KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Virðismikil søgulig skjøl til Krígssavnið

 Dánjal Poulsen, fyri Krígssavnið, tók ímóti skjølunum frá Ann-Mari Dahl-Olsen

 

 

Krígssavnið hevur fingið hópin av virðismiklum søguligum skjølum frá "Sýslumanninum í Vestmanna".

 

Gunnar Dahl Olsen var sýslumaður í Vestmanna í Seinna heimsbardaga. Sum tann skilamaður hann var, so skipaði hann fyri, at søguligu skjølini vórðu varðveitt við góðum skili, soleiðis at eftirtíðin kundi síggja tey og granska í teimum.

 

Abbadóttir Gunnar Dahl-Olsen, Ann-Mari Dahl-Olsen, sum er skilagóð eins og abbin, hevur skipað so fyri, at skjølini ikki fórust, men komu á rætta stað, sum er Krígssavnið, har tey nú verða væl varðveitt í brandboks.

 

Væntandi verða onkur av skjølunum á síggja á Krígssavninum, umframt at granskarar, søguskrivarar o. o. fáa atgongd til tey.

  

Enn er ikki hugt ígjøgnum øll skjølini, men t.d. eru nógvar umsóknir um loyvi at fara vestur í Vágar. Vágar vóru roknaðar sum hernaðarøki, alt sum tað var undir krígnum. Fastbúgvandi í Vágum fingu útflíggjað pass frá bretum. Øll onnur máttu útvega sær ferðaloyvi, um tey ætlaðu sær vestur. Dømi eru um ferð í sambandi við at hoyggja, sjúku, jarðarferðir, brúdleyp o.m.a.

 

Til dømis søkir ein kvinna í Vestmanna um ferðaloyvi, tí at hon er biðin at halda hús hjá Kaptain Maxton í Vatnsoyrum.

Tað var Maxton sum skipaði fyri at byggja flogvøllin. Loyvi varð játtað kvinnuni; stórt YES stendur á.

 

Ein umsókn er frá Gunnari Dahl-Olsen sjálvum, har hann skal vera semingsmaður í arbeiðstrætu millum tey trý arbeiðsmannafeløgini í Vágum.

 

Krígssavnið er sera takksamt fyri henda fong úr Vestmanna.