Frásøgn: Hilmar Kass
Tvær hendingar í samband við kavbátagørnini á
Skálafjørðinum:
Austerlitz slítur
M/s Austerlitz lá vetrarbundin undir Ringunum nakað innan fyri
kirkjuna við Sjógv. Stýriborðsketan var landketa, hon var fest í
jarnstólpa, sum var festur í klettin á Rættarhamri. Bakborðsankar
var slept út frá landi. Stýriborðsketan var smekrari enn
bakborðsketan.
Seint leygarkvøldið tann 6. des. 1941 brann
stormur á av útnyrðingi, og út á náttina gjørdist av ringasta veðri,
sum menn vistu um.
Nógv skip fóru á land hesa náttina, og damparin
Sauterness sakk sunnudagin í Fugloyarfirði, øll, sum við vóru,
sjólótust.
Sunnunáttina ringdi Símun við Keldu til pápa og segði, at Austerlitz hevði slitið og var horvin undan Ringunum. Tað var ikki hugsingur um at gera nakað tá. Veðrið var verri enn so. Ikki var annað at vænta, enn at skipið var drivið á land og farið í smildur. Í lýsingini sunnumorgunin hómaðist skip yviri undir Rók, og skjótt sást, at tað var Austerlitz, sum lá fyri akkeri har.

(Skitsa smb. uppl. frá Hilmar Kass.)
Tað var framvegis ringt veður, tó varð farið
umborð við opnum maskinbáti. Skipið lá trygt fyri bakborðsakkeri 20
- 30 metrar úr landi.
Seinni um dagin minkaði vindurin, og farið varð
at hiva inn, men akkerið stóð sum í botni. Flot varð so sett á, og
ketan slept, og skipið varð lagt við Hulk. Landketan var slitnað, og
Austerlitz var farin á drift og hevði drigið bakborðsakkerið eftir
sær, men tá skipið var komið um kavbátagørnini, var tað so heppið,
at akkerið krøkti seg í grunnketuna á kavbátagørnunum, og tá helt.
Mánadagin var betri veður, og farið varð at
royna at fáa akkerið upp og loysa tað frá grunnketuni. Tað eydnaðist
við nóg stríð at hiva grunnketuna upp og gera akkerið leyst.

Ongin ivi er um, at kavbátagørnini bjargaðu
Austerlitz, tí skipið hevði drivið beint á Rókina, og fingið so
stóran skaða, at tað helst hevði verið vrak. Tingakrossur skrivaði
um, at nógv skip høvdu slitið og vóru rikin á land , og at
Austerlitz var føst í kavbátagørnum.
Blaðið varð steðgað eina tíð, tí tað hevði
avdúkað hernaðarlig loyndarmál.
Útróðrardagur
Kavbátagørnini, sum stóðu suður og norð, vóru ikki áføst
tey, sum gingu eystur og vestur, har var glopp á.
19.01.2012