Bretska hervaldið bygdi, undir Seinna Heimsbardaga, hetta snøgga
gróthúsið við ytru Skipá í Sørvági. Húsið sæst á korti hjá bretum,
dagf. 9. November 1942. Beint uttanfyri stóð eisini ein stór barakk.

Loftmynd frá 1943, pílurin vísur á húsini, við síðuna av sæst
stóra barakkin.
Lars Larsen, ið lærdi el-læru hjá bretum, hevur greitt okkum frá, at
húsið var elverk til vitan á Múlanum á Sørvágsfirði.
Nógv bretsk skipaferðsla var á Sørvág hesa tíðina og neyðugt var at
byggja ein góðan vita at meta seg eftir, tá ið siglt varð inn ella
út eftir firðinum.
Allir vitar í Føroyum stóðu sløktir undir krígnum, men kundu so
tendrast tær løturnar, tá ið bretar sjálvir høvdu brúk fyri teimum.
Sostatt hevur henda skipanin, at stýra vitanum úr bygdini, verið
hent.
Vitin á Múlanum var eisini útgjørdur við mjørka-klokku, ið hoyrdist
langan veg.
Millum húsið við Skipá og Múlan var el-kaðal til vitaljósið. Klokkan
varð rikin við trýstluft, ið fekk kúlvin at sláa. Stórar luftfløskur
vóru í vitanum.

1. Stewart bensin-motorur
2. Dynamo
3. El-talva
4. Akkumulatorar
Á
miðjum gólvi í húsinum við Skipá stóð ein 2-cyl. Stewart
bensinmotorur, uml. 5–10 hk., við dynamo. Tvær stórar el-talvur vóru
eisini í rúminum. Har varð vitin tendraður og sløktur; har vóru
sikringar, kontrollampur og stýring av trýstluftini til klokkuna á
Múlanum.
Í
eystara enda á húsinum var akkumulatorrúmið.
Har stóðu 110 glas-sellur (kør), 2 volt hvør, til støddar einar
50x30x20 cm. Útgerðin var sostatt 220 volt, nógvir ampértímar og
nógv kraft. Í glas-sellum vóru blýggj-element og svávulsýra.
Tá
ið kríggið var av, royndu bretar at selja alla hesa vitaskipan til
føroyskar myndugleikar, men áhugin higani var ikki stórur. Tískil
avmonteraðu teir vitan, ta stóru klokkuna og kaðalin heim til
Skipánna. Útgerðin fór aftur til Bretlands.
Fleiri sørvingar arbeiddu saman við bretum tá ið bygt varð og eisini
at rigga av. Lars varð settur til at avmontera útgerðina í húsinum
við Skipá. Svávulsýruna stoytti hann upp í stórar glasfløskur, einar
40-50 litrar hvør. Hetta arbeiðið beindi fyri tveimum ketildraktum.
Saman við Lars vóru eisini Eli Lauritsen, Eskild Mortensen og Sønrup
Petersen í el-læru hjá bretum.
Ein skifti eftir kríggið var húsið við Skipá bústaður hjá 1.
meistara á “Vesturvarða”, Johannes Mortensen og konuni Hansinu
(Missan). Onnur hava eisini búð í húsinum.
Tekstur, myndir og skitsa: Dánjal Poulsen
Loftmynd: Krígssavnið
22-09-2011