Við Gróthústanga nærhendis Miðvág og dygst við Vatnið liggja leivdirnar
eftir einum sterkum loftverjuskansa frá Seinna heimsbardaga, har
fýra 3,7 tumma loftverjukanónir hava staði. Í Havn var eisini ein
líknandi loftverjuskansi við fýra kanónum.
(kortal.fo)
(kortal.fo)
Í
bókini Stríðsárini 5 eftir Niels Juel Arge fáa vit hesar upplýsingar
um, hvussu gekst við byggingini av loftverjuskansanum.

(Stríðsárini 5)
Í
juni 1942 kom ein deild úr Heavy Ack Regiment til Føroya við Thomas,
majori, á odda. Við sær hevði hann 146 meinigar og seks yvirmenn.
Einki tykist at hava verið fyrireikað, tá teir komu 1. juli, og tað
fyrsta, sum gerast skuldi í Vágum, var at grava niður á fastan botn.
So varð garður gjørdur úr betongi rundan um hvørt kanónskýlið, ið við sínum innvikum hevði rúm til at goyma nakað av lóðrinum og øðrum, sum hoyrdi til.

(Stríðsárini 5)
Í august 1942 var komi so langt áleiðis, at farið var undir at stoypa og seta kanónirnar upp. Um hálvan september var onkur kanónin klár, tí eitt royndarskot var latið av, men battaríið var ikki liðugt fyrrenn fyrst í november 1942, tá royndarskjóting verður nevnd í dagbókini.
Tá arbeiðið í Vágum var komið væl áleiðis fór helvtin av
manningini til Havnar at fyrireika uppsetingina av kanónstøðini í
Havn.
Chester Camp, loftverjuskansin, hevði til uppgávu, at verja
sunnaru innflúgvingarleiðina til flogvøllin. – Norðara
innflúgvingarleiðin til flogvøllin var vard av fleiri smærri
loftverjustøðum kring sjálvan flogvøllin, kring Sørvág og kanónstøð
við tveimum kanónum heimanfyri Bø, nevnd “Bø Camp”.

3,7 tumma QF AA loftverjukanónin var mest brúkta tunga loftverjukanónin hjá bretum undir Seinna heimsbardaga. Tað vóru fýra kanónir av hesum slagnum, sum stóðu við Chester Camp.
Leivdirnar av teimum fýra skotvirkjunum við Chester Camp eru
framvegis rímiliga heil. Tá ein gongur kring økið í dag sæst, at við
loftverjuskansan vóru trý hús gjørd úr betongi, eitt av teimum er ¾
undir jørð og sostatt eitt slag av bunkara. Sunnanfyri
loftverjuskansan
síggjast leivdirnar eftir umleið 25 barakkum. So hetta hevur
verið ein rættuliga stórur “campur”.
Runt um kanónina vóru goymslurúm til lógur o.a.
Teir sum dagliga mannaðu kanónirnar við Chester Camp og kanónir
runt íkring aðrastaðni vóru hermenn úr Royal Artillery.
Stabbar undir barakkgólvi
T
Tekstur og myndir: Sonni Jacobsen
26. juli 2011