
Fyri kortum skrivaði Clifford J. Garbutt úr Onglandi til savnið og greiddi frá pápa sínum, Arthur John Garbutt (1915 – 1943), sum var í the Royal Artillery frá byrjan av 1939 og starvaðist fyrst í 537. Skotvirki (Battery) og seinni í 194. Skotvirki, sum bæði vóru í Føroyum árini 1940 - 1943.
Meðan Arthur John Garbutt var í Føroyum sendi hann soninum í
Onglandi eini føroysk klæði, sum Clifford hin 1. juni 1946, 4 ár og 10 mánaðir
gamal, var í til brúdleypið hjá einum av nærmastu næstringunum.
Arthur kom ikki at síggja sonin í føroysku klæðunum ella at síggja
son og konu aftur í heila tikið, tí
tá hann fór úr Føroyum varð hann sendur beinleiðis til Norðurafrika
við tign
sum loytnantur, har hann fall hin 19. oktober 1943.

Clifford John Garbutt, hin 1. juni 1946
Clifford er vísur í, at pápin búði hjá onkrum
føroyskum húski, meðan hann
var í Føroyum, tí hann minnist seg hava sæð bræv, har hesi fólk sendu
sína samkenslu, eftir at pápin var deyður. Brævið er tíverri blivið
burtur, sigur Clifford og veit hann tí ikki hvørji hesi fólkini vóru
og hvaðan í Føroyum. Hann hevur roynt at spurt seg fyri hjá the
Royal Artillery um teir vita, hvar pápin kann hava búð, meðan hann
var í Føroyum, men long tíð er gingin síðan kríggið og hevur
hetta ikki latið seg gera.
Clifford sigur, at hann hevur verið í samband við donsku ambasaduna
í London í smb. við, at hann ynskir at lata føroysku klæðini til
eitt gott endamál. Tey eru vorðin samd um, at klæðini skulu latast Krígssavninum í Føroyum.


Algirski havnabýurin, Bejaïa, merktur við reyðum. Bretar nevna býin, Bougie.
sj
Dagført 26.02.2011
Nýggj dagføring (niðast) 01.04.2011