
Undir fíggjarlógarviðgerðini hjá Føroya Løgtingi 2011 er Krígssavnið komið sum eitt nýtt rakstrarstað á fíggjarlógina, tað sama er Sjósavnið á Argjum.
Smb. fíggjarlógini fyri 2011 fær Krígssavnið 100 túsund krónur í stuðli frá landinum í 2011.
Um Krígssavnið verður sagt soleiðis í álitinum:
"Einstaklingar stovnaðu fyri nøkrum árum síðani Krígssavnið í Vágum.
Savnið heldur til í Miðvági. Longu nú hevur tað við sjálvbodnari
arbeiðsmegi borið til at fingið skipað eitt áhugavert savn, sum
serliga lýsir viðurskiftini í Føroyum stríðsárini seinru. Í 2011
verður latin ein stuðulsjáttan á 100 túsund krónur."
sj
25-12-2010