Úr
grein í
“The Pioneer” blað
nr. 4, desember 1943
Fríggjadagin 23. juli avgjørdi ovasti okkara, at so nógvir Pioneers
sum gjørligt skuldu sleppa eina útferð í vikuskiftinum. Hann setti
seg í samband við “N.O.I.C.”, sum merkir, Ovastin fyri marinuna, og
“O.C. Fareo Islands Forces” – Ovastan fyri herdeildirnar í Føroyum,
sum sendu 2 skip at føra hermenninar til Vestmanna.
Hesin sjótúrurin var nú ikki tann fyrsti hjá mongum okkara hesar
dagar, tí dagin fyri, um middagsleitið, kom róp í: “Grindaboð!”
(ella “Grinder-bo!” sum teir skriva) og geltu hesi boð um allan
Sørvág. Øsingin millum tey lokalu smittaði av upp á hermenninar og
eftir kl. 17 vóru hermenn at síggja við umborð á øllum bátum, sum
fóru av Sørvági og út í Tindhólm, har grindin var. Øsingin var so
stór, at nógvir náddu ikki at fáa sær nátturða áðrenn teir skulu
møta til arbeiðis til kvøldvakt. Sjálvt Group H.Q. (Bólka
høvusleiðslan) varð tikin av fótum av spenninginum. Drápið var av
kl. 23, og áhugin reikaði millum “Grind at Sorvagur” og “Gentir at
Vestmannahavn”.

Skemtit
Í
fyrstuni var ivamál um tað nú fóru at vera líkindi at gera túrin
kortini, men verðrið batnaði nakað og við vanligum ivasemi um
Føroyska verðurlagið, varð avgjørt at taka kjansin.
Vit fóru frá kampunum kl. 9.45 um morgunin og vóru umborð á
skipinum kl. 10.15, og “slagskipið” og “destroyarin” (skemt) sigldu so út av
fjørðinum. Nógvir av okkum vóru fegnir um, at líkindini,
hóast alt, vóru so góð at sigla, sum tey vóru. Virksemið umborð var
eisini munandi størri enn tað vildi verið um ringt hevði verið í
sjónum. Summi fólk sýnast altíð at vera á rætta stað til røttu løtu,
óansæð hvar tey so eru. Og tað gingu tá ikki meira enn 10 minnutir,
so stóðu 2 ketlar við teavatni á kóki – onkur má hava latið hurðina
á galluni staði opna.
Útsýnið var tignaðarligt á báðum síðun, meðan vit sigldu.
Fjøll og bjørgir reistu
seg køld og ófrættakend upp úr havinum. Men tá ið vit komu inn á
Vestmanna gjørdist sjónin bráddliga meira vinarlig, og vit kendur
okkum vælkomnar, tá vit sóu inn á hugnaligu og ymiskt littu húsini í
bygdini. So títt og knapt vit vóru komnir í land var ovurhugur at
síggja seg um og hetta gjørdu vit so skjótt vit fingu møguleikan.
Major Hudson, sum hevði latið hundarnar hjá sær vera eftir,
tí teir ikki tola rull og kaptein Thomsen vóru ikki seinir at fara
ein túr runt í bygdini. Leiðararnir fyri 237. komaní og 56. kompaní
avgjørdu, at fara hvør sína leið, til vinstru og til høgru í
bygdini. Offiserarnir hjá 35. kompaníi komu at vitja 56. kompaní og
vóru ovfarnir av, at vit høvu tikið nærum alt við uttan komfýrin,
men bert eina hálva fløsku (tær eru tíverri rationeraðar nú).
Fleiri okkara løgdi beinanvegin til merkis ein handil, sum
minti ikki sørt um Woolworths. Tíverri eru hesar útferðirnar
sunnudagar – vit høvdu annars ynskt, at kunna keypt okkurt har at
hava heim við til konuna. Húsini í bygdini her sóu betur út enn tað
vit vóru vanir við og børnini sóu sera rein og sunn út. Tey, sum
ikki vóru ljóshærd høvdu silvurljóst hár og vóru klædd í klæðum í
alskins litum og sniðum.

Mynd er í blaðnum har teksturin sigur, at Proudfoot majorur býtir út
vinningar. Einki verður kortini nevnt í greinini, hvat hetta snýr
seg um, men helst hava teir skipa fyri kapping av onkrum slag millum
børnini. Myndin sýnir, at onkur fær eit leiku-tanks og annar eitt
leiku-herskip telgt úr træ.


Flestu hermenninir funnu okkurt hús, har teir vórðu bodnir inn at
hvíla beinini
eina løtu, og sum ein sigur, alt gott fær ein
enda. Vit máttu avstað aftur.

Orkestrið, okkara endurnýggjaða, No. 1 Pioneer Band, spældi kend løg
á einum stað miðskeðis í bygdini og løgdu sær eina við at siga
teimum góðu fólkunum úr Vestmanna, at vit høvdu notið dagin her.
Tá vit skuldu fara skifti veðrið og tað fína sirmið skifti til grovt
regn. Hóast hetta máttu ein ella tveir, sum høvdu arbeitt skjótt,
skunda sær at eta jarðberini og kremið og kyssa tí vøkru jomfrúnna
farvæl og renna oman á keiina, áðrenn skipið fór.
Haldi eg tosi fyri teir flestur, tá eg sigi, at vit nutu hendan
túrin og eg ivist ikki í, at tað vera nógvar tilmeldingar til ein
slíkan annan túr. Vit takka J.E. Adamson oberstloytnanti fyri, at
hann gjørdi tað møguligt hjá okkum at sleppa hendan túrin. Hann
hevur sent Olsen sýslumanni í Vestmanna eitt bræv og biðið hann
takka øllum fyri tí góðu móttøkuna vit fingu frá øllum fólkinum í
Vestmanna. Minni um hendan túrin ferð at vara leingi og nógv
vinarbond vórðu knýtt. Vit takka eisini leiðsluni fyri marinuna,
herleiðsluni, skiparum, yvirmonnum og manningunum á báðum skipunum,
fyri at gera okkara útferð so væleydnaða.
Viðmerkast
kann, at grind doyði í Tindhólmi hin 24/7-1943, 132 hval og vá hon 557
skinn. Ferð teirra til Vestmanna hevur sostatt verið sunnudagin
25/7-1943.
Sonni Jacobsen