Uttanfyri savnið
28.06.2010.
Uttanfyri savnið tók Albert Ellefsen bygdaráðsformaður fyri Vága
kommunu ímóti drotningini og prinsinum og helt eina stutta røðu og
tey kongaligu heilsaðu upp á bygdaráðs- limirnar. Drotningin fekk
eisini handa blómur og fekk eina "Mikkjalsbók" til gávus. Síðan sang Vágakórið
ein vakran sang. Karl Jóhan
Nielsen nevndarformaður í Krígssavninum heilsaði so upp á
drotningahjúnini og vísti teimum nakrar av størru lutunum hjá
savninum, ið standa uttanfyri. Fitt av fólki, ikki minst børn, vóru
komið at síggja drotningina og prinsin.

Myndir: Kristian Tavsen
Tekstur: Sonni
01-07-2010