Ársaðalfundur var í Krígssavninum hóskvøldið
29. apríl 2010 kl. 20.00.
Umleið 25 limir vóru møttir upp til fundin. Poul
Arni Jacobsen varð settur fundarstjóri.

Poul Arni, Marna og Karl Jóhan
Karl Jóhan, formaður, legði fram formansfrágreiðing um hvat í høvuðsheitun er farið fram hetta seinasta árið.
Nevndin hevði tingast við lokalmyndugleikar og landsmyndugleikar í strembanini eftir, at fáa sonevnda SOR-bygningin omanfyri flogvøllin til savn. Har eru glottar fyri framman.
Nevnt varð m.a. at Sørvágs kommuna, sum stuðul til savnið, hevur lovað, at útvega Landsverk grundstykki á nýggja ídnaðarøkinum hjá kommununi ókeypis í ávíst langt áramál afturfyri at Krígssavnið fær SOR-bygningin til brúks.
Innlendismálaráðharrin hevur verið og vitja savnið í farna árið, og formaðurin hevði nýliga tosa við hana aftur og hevur hon lova savninum, at arbeitt verður álvarsliga við at loysa málið um SOR-bygningin.
Hetta árið er stóra arbeiðið gjørt við at seta savnshølini í Miðvági í stand og hevur hetta kraft nógva orku.
Fingist hevur eisini verið við at savna inn lutir og nógv er innkomið. Nevnast kunnu lutir av niðurdotnum flogførum í Føroyum undir krígnum, ein mina, ein flúgvaraboya og nógvir aðrir sera forkunnugir lutir.
Eftir formansfrágreiðingina varð ein stuttur
kaffisteðgur.
Kassameistarin legði so fram grannskoðaða roknskapin og greinaði ymiskt út. Samlaðu inntøkurnar í árinum vóru 257.048,67 meðan útreiðslurnar hava verið kr. 224.979,25, sostatt var eitt avlop við ársenda 2009 á kr. 32.069,42.
Aðalfundurin góðkendi roknskapin.
Tríggir nevndarlimir, J.D. Hansen, K.J. Nielsen
og P.A. Jacobsen, stóðu fyri vali og tveir
eykanevndarlimir. Nevndarlimirnir og ein eykanevndarlimur, D.
Poulsen, vórðu
einmælt afturvaldir. Ein eykanevndarlimur restaði í og varð Jógvan
Olsen úr Sandavági valdur sum nýggjur eykanevndarlimur og
Frá byrjanini av hava eykanevndarlimirnir
eisini verið virknir í nevndararbeiðinum og í arbeiðinum við
savninum annars.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg av nýggjum og uttan broytingar.
sj
30-04-2010