Annika Olsen landsstýriskvinna og Kaj
Johannesen fulltrúi frá Innlendismálaráðnum vóru hósdagin hin 27.
august 2009 og vitjaðu Krígssavnið. Talan var um eina kunnandi
vitjan, har landsstýriskvinnan slapp at síggja eitt lítið úrval úr
mongu krígsminnunum í Vágum; nevniliga tornið og sonevnda
SOR-bygningin omanfyri flogvøllin og so eisini sjálvt Krígssavnið í
Miðvági. Greitt varð eisini frá um savnið og um ætlanirnar við
savninum.
Kaj Johannesen, Annika Olsen og Karl Jóhan
Nielsen uppi á takinum á gamla torninum hjá bretum. Tað er Lions
Club í Vágum, sum hevur sett tornið í stand.
Inni í grøna húsið, undir krígnum róptur Sector
Observation Room, stytt SOR. Bygningurin var høvuðsstøð hjá bretska
hervaldinum í Norðuratlantshavi undir krígnum. Her vórðu allir
upplýsingar um skipaferðslu og loftferðslu í økinum savnaðir.
Bygningurin hevur síðan 1980 verið nýttur sum
sonevnt landsfjós og er bygningurin tí nógv slitin av brúki og
partvísum umbyggingum. Tað er henda bygning Krígssavnið fegin vil
sleppa at seta í stand og nýta sum krígssavn. Nú slapp
landsstýriskvinnan so at síggja bygningin og greitt varð frá tí,
bygningurin varð nýttur til undir krígnum og hvussu bygningurin sá
út tá.
Krígssavnið hevur fingið Big Lorry lastbilin, sum Sandavágs kommuna í síni tíð borgaði fyri at setta í stand. Tá farið varð yvir á savnið frá grøna húsinum, slapp landsstýriskvinnan ein túr yvir um Vatn við lastbilinum.
Bilurin stendur vanliga inni í bygningi hjá
Miðvágs Slókkilið og tað er Dagfinn Petersen frá slókkiliðinum, sum
koyrir.
Bretsku bilarnir høvdu rættið á høgru síðu.
Nevnast kann, at tað vóru eini 300 bretskir bilar í Vágum, meðan
føroysku bilarnir bert vóru eini 10. Sum einasta stað í landinum
varð tí ásett vinstrakoyring í Vágum undir krígnum.
Her er lastbilurin komin í øllum góðum til
Miðvágs. Tað tekur eina løtu at koyra, hesir bilarnir koyra ikki so
skjótt, hægsta ferðin er 40 km./t.
Inni á savninum. Nærmast: Poul Arni Jacobsen, Jóhannus Hansen, Karl Jóhan Nielsen. Longur frá: Dánjal Poulsen, Anikka Olsen landsstýriskvinna, Marna Jakobsen, Kaj Johannesen fulltrúi og Anna Sofía Nordendal, Vága Kunningarstova. - Sonni tekur myndir.
Her takkar Karl Jóhan Nielsen formaður fyri
vitjanina og Annika Olsen takkaði somuleiðis fyri rundvísingina.
S.J.
Dagført
19-04-2010