Hendan frásøgnin hevur samband við lutir og skjøl, sum eru at finna á Krígssavninum.
Á náttartíð heystið 1943, komu herskip inn á
Selvík uttanfyri Sørvág. Við var ein russiskur admiralur.
Admiralurin varð sigldur inn á Sørvág og kom m.a. á vitjan hjá
sjóoffiserinum, kaptain W.H. Whittle, ið hevði skrivstovu í húsunum
hjá Laurinu Jacobsen, úti á Bakka í Sørvági, har Whittle og ein
annar bretskur sjóoffiserur búðu. Kaptain W.H. Whittle var ovasti
fyri øllum sjóflutningi hjá bretum til og úr Føroyum undir krígnum.

Passið hjá Laurinu er útskrivað av bretum
undir krígnum. Hetta vóru serlig pass bert nýtt í Vágum
Laurina fekk einki at vita um grundina til
vitjanina hjá admiralinum og fekk strong boð frá bretum um einki at
siga. Og hesi boð helt hon neyvt – ikki fyrr enn eini fimmti ár seinni
segði hon familjuni frá sjáldsomu vitjanini og sýndi teimum ein
seðil, ið hon hevði fingið sum minni frá russiska admiralinum,
áðrenn hann fór avstað aftur. Aftan á seðilinum hava bretar eisini
skrivað nøkur orð.
Málningur frá 1943 av marinu kapteini, W.H.
Whittle, har hann situr inni í stovuni hjá Laurinu
Seðilin Laurina fekk er skrivaður á russiskum
og er nú handaður Krígssavninum og er til skjals á framsýning
savnsins. Á seðilinum, sum savnið hevur fingið serfrøðing í
russiskum at týða, stendur:
Hægsti – kontr.-admiral
sovjetiski flotin
S. Brykin
24. Oktober 1943
sovjet flotin
Aftan á seðilinum stendur skrivað á enskum:
Engineer
Rear Admiral of
The Soviet Fleet
S. Brykin
Við at kanna eitt sindur í søguligum keldum frá
seinna heimsbardaga kemur fram, at S. Brykin, kontraadmiralur í
russiska herflotanum, er umboð hjá russum á sendistovu teirra í
London og hevur starv sum millummaður millum russiska flotan og teir
sameindu.
Nevnast kann eisini, at í skjali frá 1945,
beint eftir at seinni heimsbardagið er lokin, verður nevnt, at
kontraadmiralurin, S. Brykin, vegna russiska herflotan, er við í
samráðingum í London millum russar og teir sameindu um felags átak,
at rudda burtur aftur minur úr Evropeiskum havøkið.

Frá vinstru: Russiski ambasadørurin í Bretlandi Ivan Mikhailovich
Maisky, Generalloytnanturin Golikov og kontra admiralurin Kharlamov,
uttanfyri Russisku ambasaduna í London hin 9. Juli 1941.
Í nú almannakunngjørdum loggbókum frá bretskum
herskipum undir krígnum kann finnast fram til mangt og hvat. Í
loggbók hjá destroyðaranum HMS Milne, verður sagt, at hin 18.
oktober 1943 ferð Milne av Scapa Flow til Seydisfjarðar til eina
ráðstevnu í sambandi við eina konvoi. Við HMS Milne er russiski
kontraadmiralurin S. Brykin. Hin 19. oktober eru teir komnir á
Seydisfjørð. 23. oktober er Milne á Skálafjørðinum, ið er bretsk
flotahavn í Føroyum undir krígnum, og hin 24. oktober er Milne aftur
á Seydisfirði. Hvørji ørindini eru í Føroyum verður einki nevnt um.
Nærliggjandi er at hugsa, at Brykin
kontraadmiralur kom til Føroya av Seydisfirði við HMS Milne, sum hin
18. oktober flutti hann av Scapa Flow til Seydisfjarðar, og er stutt
eftir midnátt hin 24. oktober komin inn á Sørvág við Milne, sum er á
veg av Skálafirði aftur til Seydisfjarðar. HMS Milne er einasta skip
í stóru flotadeildini, sum skal verja áðurnevndu konvoi, sum ger
ørindi úr Íslandi og til Føroya hesar dagar. Hugsandi er eisini, at
grundin til, at teir eru kominir inn á Sørvágsfjørð er flogvøllurin
í Vágum, og at Brykin helst morgunin eftir er farin til Onglands við
bretskum hernaðarflogfari. At ein so høgtstandandi offiserur hjá
teimum sameindu varð flogin úr Føroyum mátti sjálvsagt dyljast sum
mansmorð.

Bretski destroyarin, HMS Milne, sum sigldi
russiska kontra admiralin, S. Brykin til Seydisfjarðar og síðan til
Føroyar
Eingin ivi er um rættleikan í skjalinum Laurina
fekk, tí dagurin nevndur er á skjalinum samsvarðar nágreiniliga
tíðina HMS Milne er í Føroyum, nevniliga 23. og 24. oktober 1943 og
so tað, at tað var júst HMS Milne, sum fáar dagar undan, hin 18.
oktober, førdi S. Brykin frá Scapa Flow til Seydisfjarðar.
HMS Milne fór aftur til Íslands og hagan til
Russlands, meðan Brykin hevði starv sítt í London og skuldi aftur
hagar. Nevnt verður, at uppgávan hjá Brykin á Seydisfirði var at
kunna ovastan fyri russisku herskipunum um ætlanirnar við konvoiðini
og at geva honum boð frá russisku flotaleiðsluni, áðrenn
flotadeildin sigldi.
Operation FR fór fram seinnu hálvu av oktober
1943, har ein stór flotadeild fyrst samlast á Seydisfirði í Íslandi
og hagan siglir til Norður Russlands. Fyrsti partur av uppgávuni,
nevniliga “Operation FR” er at sigla serbygda amerikanska útgerð,
ætlaða til russiska herflotan, til Russlands við herskipunum. Nevnt
verður, at høvið verður eisini nýtt, at flyta nakað av posti og
aðrari frakt við herskipunum til Russlands. Fimm smærri
minnuruddarar og 6 torpedubátar, sum russar hava lænt og sum eru
mannaðir við russum, vóru við í flotadeildini frá Seydisfirði og
skuldu avhendast russiska Norðurflotanum.
Næsti partur av uppgávuni byrjar hin 1. november 1943 og er at verja konvoi “RA-54A”, ið er stór mongd av handilsskipum, sum síðan várið 1943 høvdu ligið í Norður Russlandi og føra tey trygt aftur til bretlands.
Hetta vóru skip, sum tey flestu høvdu ligið í Arkangels, tí konvoiferðirnar hjá hesum skipum tvørtur um Atlantshavið várið og summarið 1943 vóru avlýstar vegna stóran miss av skipum. Slagið um Atlantarhavið var nú við at venda til fyrimuns fyri teir Sameindu og tí var nú roynt at fáa skipini heim.
Nevnt
verður, at nøkur av skipunum høvdu hesa tíð luttikið í sigling hjá
russum við flutningi av útgerð millum russiskar havnir.

Einki verður upplýst um, hvussu mong skipini
eru, men tey munnu helst hava verið rættuliga mong í talið út frá
ovursterku verjuni, ið send varð at fylgja teimum heim aftur. Tveir
krússarar, tíggju destroyðarar, ein korvett og tveir stórir
minusóparar sigla av Seydisfiriði. Harafturat leggjast enn fleiri
herskip til verjuna av konvoiðini á leiðini úr Russlandi, harímillum
eitt slagskip og eitt hangarskip.
Bretar siga í síni frásøgn, at átakið varð
seinka av ringum veðri, vánaligum arbeiðslag hjá russum og
trupulleikum við visaðum og passum. Sagt verður eisini, at leiðarin
av russisku minusóparunum og torpedubátunum varð kunnaður um átakið
av kontra admiralinum S. Brykin, frá Sovjetisku sendistovuni í
London, sum varð við til ráðstevnuna á Seydisfirði, áðrenn
flotadeildin sigldi.
Í herflotadeildini av Seydisfjørði og til
Norður Russlands eru krússararnir, HMS London og USS Augusta.
Destroyðararnir, HMS Mahratta, Matchless, Milne, Musketeer,
Saumarez, Savage, Scourge, Scorpion og Westcott. Korvettin, HMS
Eglantine og minuruddararnir, HMS Harrier og Seagull.
Tá konvoiðin, RA-54A, hin 1. november 1943,
ferð úr Russlandi fylgja tveir russiskir detroyðarar, Gromki og
Kuibyshev, konvojini á leið hin 1. til 3. november.
Men hetta er ikki alt, á ferðini úr Russlandi leggjast enn fleiri
herskip til verjuna av konvoiðini. Millum 2. og 8. november fylgja
krússararnir HMS Belfast, Kent og Norfolk við konvoiðini.

Krússararin HMS Belfast, sum var partur av verjuni av RA-54A, er í dag ogn hjá Imperial War Museum og liggur sum flótandi savn í London.
Frá 10. til 13. november fylgja minusóparin HMS Halcyon
og destoyðararnir HMS Brissenden og Middleton við konvoiðini sum
verja.
Longur burturstødd og sum fjar verja, ið kann
tilkallast rímuliga skjótt, er hangarskipið HMS Formidable,
slagskipið HMS Anson, krússarin HMS Jamaica, destroyðararnir HMS
Onslow og Venus umframt amerikansku destroyðararnir USS Capps og
Hobson og kanadiski destoyðarin Haida og norski destroyðarin Strod.

Bretska hangarskipi, HMS Formidable, var eisini partur av verjuni av RA-54A
Telur ein saman er talan um sera stórt
hernaðartiltak. Við í átakinum eru eitt slagskip, eitt hangarskip,
seks krússarar, tjúgu destroyðarar, ein korvett og tríggjir
minusóparar, sum alla tíðina ella partvís fylgja konvoiðini.
Tjúkk toka seinkaði konvoiðini, men gjørdi
eisini, at konvoiðin ikki varð sædd av fíggindanum. Konvoiðin kom
fram í Loch Ewe í Skottlandi í øllum góðum hin 14. november, uttan
at hava verið fyri álopi.
Sonni Jacobsen
Dagført
18-04-2010