12. mai 2009 kom vaktarskipið Knud Rasmussen
til Føroya við einari minu frá seinna heimsbardaga. Minan eitur “MK
XIV” men verður vanliga rópt “ensk mina við 11 sýruhornum”.
Hetta er tað slagið av
minum, ið vóru mest vanligar um okkara leiðir undir krígnum.
Minuna hevur Færøernes Kommando fingið setta í
stand niðri í Danmark, so minan er í góðum standi. Ætlanin var, at
skipið skuldi koma á Miðvág við minuni í gjár, men ætlanin varð
broytt so í staðin varð minan sett upp í Vestmanna og so koyrd í
Vágar á savnið í dag við lastbili hjá støðini í Mjørkadali.
Færøernes Kommandi hevði gjørt eitt sindur
burtur úr, tí teir høvdu sent ein myndamann við at taka nakrar
myndir til teirra sjálvs sum minni.
Vegna Færøernes Kommando handaði William G. Jensen, senior
sersjantur, Krígssavninum minuna við viðfylgjandi
skjølum.
Savnið fekk eisini fleiri aðrar áhugaverdar lutir, sum eru funnir í Føroyum og stava frá krígnum. So sum vel av morter granatum og eini fimm granat høvd og nakað av innmati av minu fiska upp undir Føroyum.
Sonni Jacobsen, Julian Mikkelsen, Karl Jóhan Nielsen og Jóhannes Hansen. Dánjal Poulsen var eisini til staðar men er ikki komin á mynd.
Julian Mikkelsen var júst hendan dagin í ferð við at mynja og mála eina flúgvaraboyu frá seinna heimsbardaga fyri savnið. Flogfør ið lendu á Vatninum nýttu slíkar boyur at ankra upp at.
Boyan var fyri kortum tikin upp av botni nakað út fyri Vatnsoyrum, har hon hevði ligið á botni í fleiri ár. Tí var hon nakað tærd.
Um sumrarnar standa nú bæði minan og flúgvaraboyan uttanfyri savnið í
Miðvági.
S.J.
Dagført
18-04-2010