Í dag, 2. mai 2009, lat nýggja Krígssavnið upp
fyri fyrstu ferð. Dúgliga hevur verið arbeitt við at fáa alt klárt
til stóra dagin og í seinastuni eru næturnar brúktar eisini. Men alt
klappaði og var klárt, tá klokkan var 14 í dag og hátíðarhaldið
byrjaði.
Eini 300 - 400 fólk, vóru møtt upp og Sørvágs
Tónleikarafelag setti serligan dám á løtuna við teirra vakra
hornblástri.
Eftir at hornorkestrið hevði spælt helt Karl
Jóhan Nielsen, formaður í nevndini fyri Krígssavnið, røðu.
Karl Jóhan takkaði kommununum í Vágum fyri
fíggjarligan stuðul. Hann takkaði eisini Løgtinginum fyri, at tey
við stórum meirluta samtyktu, at seta savnið á fíggjarlógina, tóat
lógartekninskir trupulleikar gera, at Mentamálaráðið sigur seg ikki
ført fyri, at rinda út stuðul. Hann vónaði at endin varð tann, at
løgtingsins vilji varð framdur í hesum máli.
Karl Jóhan nevndi eisini, at tíverri er tað so,
at savnið ikki hevur fingið almenna góðkenning og tessvegna ikki
hevur fingið umleið 70 lutir frá Savninum 40 – 45, ið liggja á
Fornminnissavninum. Og hann kom eisini inn á bygningin omanfyri
flogvøllin, sum nevnd og felag fyri Krígssavnið ynskja sær til
endaligt savnshøli. Og vónaði, at nýliga samtyktin um at friða
jarðføst minni frá stríðsárunum fór at føra til, at savnið fekk hesi
høli. Tí verandi høli eru longu nú ov lítil, ikki minst, tá hugsa
verður um Bigg Lorry lastbilin, stóra vatnflúgvara boyðu og stóra
minu frá krígnum, sum savnið ikki eigur høli til. Bigg Lorrarin fær
kortini fyribils loyvi at standa inni í hølum hjá Vága kommunu.
Síðan segði Martin Næs frá mentamálarðanum
nøkur orð. Hann segði, at arbeitt verður við at tryggja
krígssavninum almenna góðkenning so løgtingsstuðul kann latast. Og
roknaði við, at hetta mál skjótt verður loyst. Hann slóð eisini
fast, at hetta er “okkara krígssavn” í Føroyum.
Aftaná klipti Martin Næs snórin av til
Krígssavnið, og varð hetta gjørt beint uttanfyri inngongdina til
sjálvt savnið. Fólk streymaðu síðan inn at síggja savnið, meðan
onnur fingu sær okkurt undir góman av tí ymsa, sett varð fram til
tað sama.
Tað sýntist og hoyrdist á fólki, at tey vóru
sera væl nøgd við savnið, uppseting og teir mongu lutir, ið longu
eru savnaðir.
SJ 02-05-2009
Dagført
15-04-2010