Til móttøkuna vóru møtt umleið 30 fólk. Sigast
skal, at við undantaki av Vágaportalinum, so glimraðu fjølmiðlarnir
við sínari fráveru, tá hugsa verður um, at talan er um eitt nýtt
landsdekkandi savn, um tað so er statt í útjaðaranum.
Karl Jóhan Nielsen formaður fyri nevndina í
Krígssavninum byrjaði løtuna við at greiða eitt sindur frá um
felagið, um arbeiði higartil og um framtíðarætlaninar. Hann takkaði
m.a. kommununum í Vágum fyri teirra stuðul og vælvilja. Og í smb.
við búmerkjakappingina, takkaði hann Atlantic Airways fyri at hava
latið vinningarnar.
Karl Jóhan segði, at miðskeiðis í desember 2008
varð útskriva kapping at gera Krígsavninum búmerki, har freiðstin at
lata inn tilfar var hálvur januar. Ein dómsnevnd varð sett at velja
millum innkomnu uppskotini, í dómsnevndini sótu Astrid Mouritsen,
Regin Davidsen og Herálvur Jacobsen. Inn komu 22 uppskot og skuldi
dómsnevndin velja nr. 1 og nr. 2.
Sum nr. 2 valdu tey uppskot hjá Rógva á Lakjuni
úr Fuglafirði og sum nr. 1 og til vinnara, uppskot frá Suffíu við
Stein, sum eisini er úr Fuglafirði.
Suffía við Stein og Rógvi á Lakjuni vóru bæði
til staðar og fingu handa hvør sítt blómutyssi og ferðaseðil frá
Atlantic Airways á rutuneti teirra.
Suffía greiddi eitt sindur frá hvat búmerkið
ímyndar, m.a. at svarta sluppin við Merkinum á bógvinum ímyndar
føroyingin og hessa døkku tíð, meðnan gráa flogfari sum sæst
omanfyri, ímyndar sníkjandi vandan, ið var allastaðni hesa tíð. Eitt
sera snotuligt og sigandi merki má sigast og tað sýntist tað eisini
at øll vóru samd um.
SJ 13-02-2009
Dagført
15-04-2010