Lagnan vildi tað helst so, at á sjálvum 70 ára degnum fyri bretsku hertøkuni av Føroyum (12. apríl 2010) var klárt at leggja heimasíðuna hjá Krígssavninum út.
Ætlanin var annars, at síðan skuldi út í síðstu viku, men onkrir tekniskir trupulleikar vóru.
Men nú var so alt klárt.
Høvuðsendamálið við síðuni er at kunna um krígssavnið á ymsan hátt. Sum tíðin líður verður síðan tillaga og meira tilfar verður at finna, sum enn betur lýsir krígssavnið og seinna heimsbardaga og hvørja ávirkan hann hevði á føroyska samfelagið.
Ein ensk útgáva av síðuni kemur eisini, vónandi um ikki ov langa tíð.
S.J.
Dagført
12-04-2010