Annan páskadag 2009 millum kl.
14 og kl. 17, skipaði nevndin fyri Krígssavninum fyri móttøku
av lutum úr Føroyum frá seinna heimsbardaga.
Tað eru eftir hondini 64 ár síðan at seinni
heimsbardagi var av. So tað er sjálvsagt avmarka, hvussu nógv er til
í dag frá hesi tíð. Eftir kríggið og heilt upp í sekstiárini vóru
sera nógvir lutir frá bretum at síggja í nærum hvørjum hjalli og
kjallara mangastaðni í Føroyum og kanska serliga í Vágum, har bretar
vóru serliga talsterkir.
Nógv lá eisini úti mangastaðni og sløddist og
er tært burtur, tað sum ikki er rudda burt sum ódudd. Alt hetta er
púra natúrligt. Tað, at hesir lutir eftir hondini eru vornir meira
sjáldsamir, ger so aftur tað, at ting fólk framvegis eiga av slíkum,
blíva teimum helst meira kærir enn teir vóru fyrr, tá ovmikið var
til.
Út frá tí nevnt er omanfyri má sigast, at
uppmøtingin var hampuliga góð og væl av lutum komu inn.
Millum innkomnu lutirnar var ymisk útgerð bretar nýttu undir krígnum. Ein rópari, sum sjóoffiserurin á keiini í Sørvági hevði brúkt at rópa ordrar við og skiva sami maður nýtti at síggja flóð og fjøru.
Einar boksihandskar frá bretum – ein ítróttargrein teir dýrkaðu nógv var boksing. Gassmaskur, pass, leikur bretar hava gjørt til føroysk børn undir krígnum, málningur av bretskum offiseri, amboð, hernaðarmerki og annað mangt.
Nøkur sera áhugaverd skjøl vóru eisini millum
tingini fólk lótu savninum og onkrar áhugaverdar frásagnir vórðu
sagdar um hesi skjøl.
Nevndin er sera takksom fyri lutirnar og fyri
undirtøkuna.
SJ 14-04-2009
Dagført
05-04-2010