Stovnað 23. juli 2008
§ 1. Navn felagsins er "Krígssavnið" / "War Museum". Heimstaður
felagsins er í Vágum.
Endamál felagsins er at seta á stovn og reka savn, ið lýsir tað
árin, ið seinni heimsbardagi hevði
§ 2. Miðað verður ímóti at fáa til vega gamla bygningin og tornið
omanfyri flogvøllin, ið var "kommandomiðstøð" hjá eingilskmonnum
undir krígnum, so bygningarnir kunnu nýtast til savn.
§ 3. Fyri at fremja endamálið skal felagið útvega pening til
stovnsetan og rakstur av savninum.
§ 4. Einstaklingar, stovnar og feløg kunnu gerast limir í
Krígssavninum.
§ 5. Limirnir virka fyri at fremja endamál felagsins og royna at
útvega savninum lutir. Limur rindar fult ársgjald í tí ári, hann
gerst limur. Atkvøðurætt á aðalfundum felagsins hevur limur bert, um
hann hevur goldið limagjald.
§ 6. Stendur limur í eftirstøðu fyri 2 ár, verður hann strikaður sum
limur.
§ 7. Hvør limur hevur eina atkvøðu. Fulltrú kann ikki latast øðrum.
§ 8. Roknskaparárið er frá 1. januar til 31. desember. Fyrsta
roknskaparárið tó frá 1. august til 31. desember 2008.
§ 9. Í nevndini eru 5 limir. Hesir verða valdir á ársaðalfundi fyri
2 ár í senn, soleiðis at tríggir standa fyri vali annað hvørt ár og
tveir annað hvørt ár, fyrstu ferð í 2010.
Leiðarin á Vága kunningarstovu hevur støðu sum eygleiðari í nevndini
við møtirætti og talufrælsi. Hann hevur ikki atkvøðurætt.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og
kassameistara.
Hesi val fara fram í seinasta lagi 14 dagar eftir, at nevndin er
kosin. Fyrst valdi kallar saman til fund.
§ 10. Formaðurin kallar saman til aðalfund ella nevndarfund, tá hann
heldur tað vera neyðugt, og skal kallast til nevndarfund, tá minst 2
nevndarlimir krevja slíkan fund.
Formaðurin ber umsorgan fyri, at fundarsamtyktirnar verða skrivaðar
í fundarbókina, sum síðani
verður undirskrivað á næstkomandi nevndarfundi.
Nevndarfundur er viðtøkuførur, tá minst helvtin av nevndarlimunum
eru á fundi.
Kassameistarin ger roknskapin lidnan í so góðari tíð frammanundan
ársaðalfundi, at formaðurin kann lata grannskoðara fáa roknskapin
til kanningar, og nevndarlimir fáa høvi at kanna roknskapin og
skriva undir hann.
§ 11. Nevndin hevur í varðveitslu øll skjøl og bøkur. Nevndin
stendur aðalfundi felagsins til svars.
§ 12. Aðalfundur er hægsti myndugleiki felagsins.
§ 13. Ársaðalfundur felagsins er í apríl mánað hvørt ár. Fyrstu ferð
í 2009.
Hann skal lýsast minst 10 dagar frammanundan við hesari skrá:
1. Val av fundarstjóra
2. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári.
3. Limalistin verður framlagdur.
4. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur til
góðkenningar.
5. Ásetan av limagjaldi.
6. Mál til viðgerðar
7. Val av nevndarlimum og tveimum eykalimum.
8. Val av grannskoðara.
9. Ymiskt.
Mál, ið skulu viðgerast á aðalfundi, skulu verða nevndini í hendi í
seinasta lagi 31. mars.
Vanligur meiriluti eigur avgerðina.
Standa atkvøður á jøvnum, er málið burturdottið á hesum fundi, uttan
tá ið tað snýr seg um val av nevndarlimum. Tá verður lutakast.
Eykaaðalfundur skal boðast í minsta lagi viku frammanundan. Skráin
verður lýst samstundis.
§ 14. Lógir felagsins kunnu broytast á aðalfundum, tá ið minst 2/3
av møttum limum atkvøða fyri broyting - sama hvussu mangir limir, ið
eru á fundi.
Verður felagið tikið av, skal landsantikvarurin áseta, hvussu ognir
felagsins skulu umsitast, til annað felag við sama endamáli verður
stovnað.
Soleiðis samtykt á eykaaðalfundi felagsins: tann 1. september 2008.
Broyting í p. 1 samtykt á aðalfundi tann 28, apríl 2009.