03.11.2011 Krígssavnið fingið SOR-bygningin
02.09.2011 Trípartaavtala um SOR-bygningin
02.09.2011 Semja um SOR-bygningin
28.04.2011 Aðalfundur 2011
13.01.2011 Krígssavnið yvirtekur Tornið
25.12.2010 Kríggsavnið á fíggjarlóg landsins 2011
28.06.2010 Drotningavitjanin, fráferð
28.06.2010 Drotningavitjanin, inni á savninum
28.06.2010 Drotningavitjanin, u.f. savnið
28.06.2010 Drotningin og prinsurin vitja
29.04.2010 Aðalfundur 2010
12.04.2010 Heimasíðan opnað
27.08.2009 Innlendismálaráharrin vitjar
12.05.2009 Mina frá Færøernes Kommando
04.05.2009 Heilsan frá Mentamálaráðnum
02.05.2009 Føroyar fáa Krígssavn
14.04.2009 Móttøka av lutum á Krígssavninum
04.04.2009 Framsýningin sett upp
13.02.2009 Búmerkið avdúkað
22.10.2008 Nevndin sær SOR-bygningin
01.09.2008 Lógin samtykt
23.07.2008 Stovnandi fundur
Karl Jóhan Nielsen
formaður
Poul Arni Jacobsen
2. formaður
Sonni Jacobsen
kassameistari
Dánjal Poulsen
skrivari
Jóhannus Dam Hansen
nevndarlimur
Marna Jakobsen
eykanevndarlimur
Jógvan Olsen
eykanevndarlimur
Anna Sofía Nordendal
vegna Felagið Vágar/Vága Kunningarstova
Fyrsti fundurin í smb. við at stovnað Krígssavnið var hin 1. apríl 2008 og vóru tað Felagið Vágar og Vága Kunningarstova, sum tóku stig til fundin. Umboð fyri ferðavinnuna í Vágum, kommunurnar, Lions Club og bygdarsøvnini í Vágum luttóku á fundinum.
Felagið varð stovnað hin 23. juli 2008 á fundi á Kunningarstovuni í Miðvági har 43 fólk vóru møtt. Á stovnandi fundinum varð ein nevnd við 5 limum vald at stýra savninum. Nevndin skipaði seg sama kvøld.
Á eykaaðalfundi hin 1. september 2008 varð lóg felagsins samtykt.
Búmerkið fekk savnið hin 13. februar 2009 og er tað
Suffía við Stein, Fuglafirði, sum hevur teknað búmerkið.
Savnið lat upp á fyrsta sinni í hølum í Miðvági hin 2. mai 2009 við hátíðarhaldi, har Sørvágs Tónleikarfelag spældi, Karl Jóhan Nielsen beyð vælkomin og helt røðu vegna Krígssavnið, Martin Næs helt røðu og skarð snórin vegna Mentamálaráðið og eini 300 fólk vitjaðu.
Fyrsta árið vitjaðu ikki færri enn 2500 fólk savnið. Trý ár seinni høvdu yvir 5000 fólk vitja savnið.
Fyrstu árini vóru tað kommunurnar í Vágum, sum í høvuðs-heitum stuðlaðu savninum. Í 2011 kom Krígsssavnið eisini á fíggjarlóg landsins.
3. november 2011 varð skeytið
undirskrivað og Krígssavnið fekk SOR-bygningin til ognar.
Hetta varð gjørt við stórari vælvild frá Sørvágs kommunu, sum
í býti við SOR-bygningin lat Landsverk eitt grundstykki av
ídnaðarøki kommununnar á Hálsi í Sørvági.
3. nov. 2011 undirskrivaðu Sørvágs kommuna og Landsverk
makaskiftið, sum løgtingið stutt frammanundan hevði givið Landsverk
heimild til. Við sama høvi, hin 3. nov. 2011, undirskrivaðu Sune
Jacobsen, borgarstjóri, og Karl Jóhan Nielsen, formaður í nevndini
fyri Krígssavnið, skeytið, sum gevur Krígssavninum SOR-bygningin til
ognar.
Smb. sáttmála partana millum undirskrivaður 2. sep. 2011,
skal Landsverk vera farið úr SOR-bygninginum í seinasta lagið hin
30. sep. 2012.
Við hesum varð komið á mál við ætlanini frá 2008, tá
Krígssavn varð sett á stovn við tí endamáli, at ogna sær
SOR-bygningin til Krígssavn.
Hetta merkir sjálvsagt ikki, at allar súður eru syftar, tí nú
skal fígging fáast til vega og bygningurin setast í stand.